Eitt kort - alskyns møguleikar
Kortið kann brúkast eins og vanligt gjaldskort í øllum handlunum í SMS
SOLEIÐIS VIRKAR KORTIÐ
Tá ið keypt verður í einum av handlunum í SMS, og tú ynskir at rinda við gávukortinum, verður kortið drigið ígjøgnum FR-terminalin í viðkomandi handli á sama hátt, sum tá tú rindar við vanligum gjaldskorti. 

Keypsupphæddin verður drigin av kortinum beinanvegin. Tað ber til eina og hvørja tíð at kanna saldo og nýtslu á kortinum. Hetta verður gjørt umvegis heimasíðu okkara sms.fo. Vegleiðing er aftanfyri á gávukortinum.'

VIRÐI Á KORTINUM
Gávuupphæddin kann vera úr 50 upp í 3000 kr.
Ynskist upphædd omanfyri 3.000 krónur verður upphæddin býtt yvir fleiri gávukort.
HENTLEIKAR
Kortið kann brúkast eins og vanligt gjaldskort í øllum handlunum í SMS og nýtslan og restupphæddin kann avlesast beinleiðis her á síðuni.


HVAR ER KORTIÐ TIL KEYPS?
Gávukortið fæst í Marknaðardeildini hjá SMS allar gerandisdagar ímillum kl. 10 - 16.
Eisini kan kortið keypast á Leypurin.fo


TREYTIR
Gávukortið er galdandi í fimm ár frá útgávudegnum. Kortið má goymast væl, tí burturmist kort verða ikki endurgoldin. Kortið kann ikki býtast um við reiðan pening. 

Tænastan verður latin í samstarvi við PBS.
Keyp gávukortið her