Kortið kann brúkast eins og vanligt gjaldskort í øllum handlunum í SMS

SOLEIÐIS VIRKAR KORTIР
Tá ið keypt verður í einum av handlunum í SMS, og tú ynskir at rinda við gávukortinum, verður kortið drigið ígjøgnum FR-terminalin í viðkomandi handli á sama hátt, sum tá tú rindar við vanligum gjaldskorti.  

Keypsupphæddin verður drigin av kortinum beinanvegin. Tað ber til eina og hvørja tíð at kanna saldo og nýtslu á kortinum. Hetta verður gjørt umvegis heimasíðu okkara sms.fo. Vegleiðing er aftanfyri á gávukortinum. 

VIRÐI Á KORTINUM 
Gávuupphæddin kann vera úr 50 upp í 3000 kr. 
Ynskist upphædd omanfyri 3.000 krónur verður upphæddin býtt yvir fleiri gávukort.HENTLEIKAR 
Kortið kann brúkast eins og vanligt gjaldskort í øllum handlunum í SMS og nýtslan og restupphæddin kann avlesast beinleiðis her á síðuni. 

TREYTIR 
Gávukortið er galdandi í fimm ár frá útgávudegnum. Kortið má goymast væl, tí burturmist kort verða ikki endurgoldin. Kortið kann ikki býtast um við reiðan pening.  Tænastan verður latin í samstarvi við PBS.
HVAR ER KORTIÐ TIL KEYPS? 
Gávukortið fæst í Marknaðardeildini hjá SMS allar gerandisdagar ímillum kl. 10 - 16. 
Tú finnur okkum ovast í hølunum yvirav Expert – sí reyða pílin á yvirlitinum omanfyri.

Eisini kan kortið keypast á Leypurin.fo 
Keyp gávukortið